Uppskriftir

Saltfiskasalat

Til fýra fólk

Tilfar

½ -1 dl av oljumarinadu
100gr. av saltfiski
50gr. av rosinum
1 súrepli
1 spsk. fínt rivnari piparrót
1 spsk. vínediki
1 spsk. sukur
Persille

Arbeiðsháttur

Útvatnað fiskin í eitt til tvey samdøgur.

Loyp fiskin í kókandi vatni í 3. min, og lat síðan fiskin liggja í 3. min afturat.

Tak skraðuna av, deil fiskin í fláir, og blanda síðan saman við rosinum.

Rív súreplið og piparrótina niður í marinaduna, ið er krydrað við vínediki og sukri. Marinadan verður síðani stoytt yvir fyskin, og til síðst verður krydrað við persille.

Vælgagnist ☺


Saltfiskur í tomat

Til fýra fólk

Tilfar

800gr. av saltfiski (tveir bakkar frá fiskavirkinum í Gøtu)
725gr. av eplum
2 leykir
2 puntar av hvítleyki
1 tsk av pipari
¼ tsk av cayennepipari
1 blikk av flustum tomatum (400gr)
1 dl av vatni
½ dl av olivenolju

Arbeiðsháttur

Útvatnað fiskin í eitt til tvey samdøgur.

Flys eplini og leykin, sker tey í dálar og hakka hvítleykin. Legg síðan leyk, hvítleyk og eplir í løgum í eina grýtu, og stroy pipar, cayennepipar og flustar tomatir omanyvir. Stoyt vatnið og oljuna í, og lat kóka í 45 min. Rør í grýtuni av og á.

Ímeðan hetta stendur og kókar, kanst tú rigga til at loypa fiskin. Fiskurin skal kóka í 3 min, og síðan standa í 3 minuttir afturat, eftir tú hevur sløkt grýtuna. Deil fiskin í fláir og hita hann saman við restini, bert til fiskurin er vorin heitur.

Servera við hvítleyksbreyði.

Vælgagnist ☺


Útvatning

  1. Skola fiskin væl
  2. Legg fiskin í eitt ílat við køldum vatni og stilla ílatið í køliskápið at vatna út í 36-48 tímar.
  3. Skift vatnið minst 2 ferðir um samdøgrið.
  4. Eftir útvatningin er liðug, tak fiskin úr ílatinum og skola fiskin væl.
  5. Lat vatnið renna av fiskinum eina løtu, og síðan er klárt at matgera fiskin.


Um ein vil tryggja sær, at sporlið er líka salt sum nakkastykkið, so viðmæla vit, at sporlið verður útvatnað í umleið 24 tímar, og vatnið verður skift tvær ferðir.

Nakkastykkið er væl tjúkkari og krevur tí meira av útvatning. Tí viðmæla vit, at nakkastykkið verður útvatnað í 36-48 tímar.