Recipes

Útvatning

  • Skola fiskin væl
  • Legg fiskin í eitt ílat við køldum vatni og stilla ílatið í køliskápið at vatna út í 36-48 tímar
  • Skift vatnið minst 2 ferðir um samdøgrið
  • Eftir útvatningin er liðug, tak fiskin úr ílatinum og skola fiskin væl
  • Lat vatnið renna av fiskinum eina løtu, og síðan er klárt at matgera fiskin 

Um ein vil tryggja sær, at sporlið er líka salt sum nakkastykkið, so viðmæla vit, at sporlið verður útvatnað í umleið 24 tímar, og vatnið verður skift tvær ferðir.

Nakkastykkið er væl tjúkkari og krevur tí meira av útvatning. Tí viðmæla vit, at nakkastykkið verður útvatnað í 36-48 tímar.