Recipes
Eingir lutir

SALTFISKAFAT

Til 3-4 fólk

Tilfar

  • 1-1,5 kg av saltfiski
  • 1/2 pk. pikant ost
  • 1/2 pk. naturel ost
  • 1 pk. rísbland
  • 1 pk. pastaskrúvur
  • 1 bl. flustar tomatir
  • 2 pk. róma

Arbeiðsháttur

  • Kóka pasta, og legg tað í botnin á einum fati
  • Kóka rísblandið, stoyt vatnið av, og blanda ostin, tomaturnar og róman í.
  • Legg fiskin omaná skrúvurnar, krydda eftir egnum ynski
  • Koyr rísblandið við sósini omaná.

Bakast í ovninum í 20-30 minuttir á 170°. Servera t.d. eina salat afturvið.

 

TIP: Rætturin kann eisini gerast við feskum fiski