Recipes

Saltfiskur í tomat

Til fýra fólk

Tilfar

  • 800gr. av saltfiski (tveir bakkar frá fiskavirkinum í Gøtu)
  • 725gr. av eplum
  • 2 leykir
  • 2 puntar av hvítleyki
  • 1 tsk av pipari
  • ¼ tsk av cayennepipari
  • 1 blikk av flustum tomatum (400gr)
  • 1 dl av vatni
  • ½ dl av olivenolju

Arbeiðsháttur

  • Útvatnað fiskin í eitt til tvey samdøgur
  • Flys eplini og leykin, sker tey í dálar og hakka hvítleykin. Legg síðan leyk, hvítleyk og eplir í løgum í eina grýtu, og stroy pipar, cayennepipar og flustar tomatir omanyvir. Stoyt vatnið og oljuna í, og lat kóka í 45 min. Rør í grýtuni av og á
  • Ímeðan hetta stendur og kókar, kanst tú rigga til at loypa fiskin. Fiskurin skal kóka í 3 min, og síðan standa í 3 minuttir afturat, eftir tú hevur sløkt grýtuna. Deil fiskin í fláir og hita hann saman við restini, bert til fiskurin er vorin heitur

Servera við hvítleyksbreyði.